Nú styttist tíðin til jóla, og vit eru longu byrjað at fyrireika okkum til høgtíðina.
20.11 verður skúlin pyntaður, og næmingarnir fara heim kl. 11.30
23.11- 27.11 verður jólaroyndin hjá 8. og 9. fl
10.12. og 11.12. - fara eldru næmingarnir at baka smákøkur til tey gomlu í sóknini.
Í viku 51 (14.12.-17.12) fara allir næmingarnir heim kl 11.30
(undantikið teir, sum skulu venja okkurt eyka til foreldrakvøldið og jólatræið)
16.12 verður foreldrakvøld (nærri boð koma seinni)
17.12. kl. 15.00 verður jólatræ fyri næmingum skúlans (Eingin skúlagongd um morgunin) Taxabilarnir koyra til og frá sum vanligt
18.12. kl. 11.00 verður farið í kirkju, og avvarandi hjá næmingunum eru vælkomin við. Dagurin endar uml. kl. 12.30
So er jólafrí!
Farið verður aftur í skúla mánadagin 4. jan 2027 kl. 9.50. Tveir teir fyrstu tímarnar verður pyntið tikið niður saman við flokslæraranum, annars verður dagurin vanligur.
Heilsan
Hvalbiar skúli
Góðu tit
NB!
Viðv. innlating av skaldsøguni Skuggum, sum skuldi verið latin inn 17.nov. Seinasta freist at lata greiningina og tulkingina inn, er 24. nov.