Góðu foreldur
Hvalbiar skúli fer at hava evnisviku frá 24.november til 27.november. Dagurin byrjar kl 8:00 og endar kl 12:30 fyri allar flokkar.
Vit fara at arbeiða tvørs flokkarnar, og næmingarnir fara at arbeiða í tveimum ymiskum verkstøðum hesar fýra dagarnar. Vit fara at hava smiðverkstað, handarbeiðsverkstað, evningsverkstað og køksverkstað. Barn tykkara skal hava pennahúsa, matpakka og dunk við.
Næmingarnir fara eisini at læra at selja framleidda vøru, ið vit selja í Jólagøtuni á Vilsnabrúgv 16. tórsdagin tann 27. november millum kl. 16.00 til 19.00.
Vit vóna, at tit koma at stuðla søluni og at uppliva okkara jólagøtu. Møguligt verður m.a. at keypa tað, ið barn tykkara hevur framleitt, eisini verður hugnalig kafé og annað jólaligt.
Henda dagin taka vit eittans ímóti reiðum penningi, og innsavnaði peningurin fer óskerdur til felagsskapin Beran.
Fríggjadagin 28. november rudda- og eftirmeta lærarar og næmingar, og skúladagurin endar kl.11.30, tó verður svimjingin sum vanligt.
Hjartaliga vælkomin øll somul.
Vinarliga Hvalbiar skúli
Mánadagin verður árligi rennidagurin hjá Hvalbiar skúla