Svimjing jan.- mai 2026
Svomið verður soleiðis fríggjadagar
Bólkur 1 3. fl. | Bólkur 2 1. og 2.fl |
| 16.01 | |
| 30.01 | 23.01 |
| 20.02 | 06.02 |
| 06.03 | 27.02 |
| 20.03 | 13.03 |
| 17.04 | 10.04 |
| 08.05 | 24.04 |
| 29.05 | 22.05 |
Bussurin koyrir úr Hvalba kl. 11:45
Bussurin koyrir av Tvøroyri kl. 13:30
Jólini 2025!
Nú styttist tíðin til jóla, og vit eru longu byrjað at fyrireika okkum til høgtíðina.
Evnisvikan er liðug, og var sera væleydnað
01.- 04.12 verður jólaroyndin hjá 8. og 9. fl
08.12. fara eldru næmingarnir at baka smákøkur til tey gomlu í sóknini.
17.12 verður foreldrakvøld (nærri boð koma seinni)
18.12. kl. 15.00 verður jólatræ fyri næmingum skúlans
(Eingin skúlagongd um morgunin)
Taxabilarnir koyra til og frá sum vanligt
19.12. kl. 11.00 verður farið í kirkju, og avvarandi hjá næmingunum eru vælkomin við
Dagurin endar uml, kl. 12.30
So er jólafrí!
Farið verður aftur í skúla mánadagin 5. jan 2026 kl. 9.50.
Tveir teir fyrstu tímarnar verður pyntið tikið niður saman við flokslæraranum, annars verður dagurin vanligur.
Heilsan
Hvalbiar skúli