Hvalbiar skúli

ein varði á lívsleiðini

Hvalbiar Skúli

Ein varði á vegnum

Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan

Í 2016 fekk Hvalbiar skúli eina trivnaðarætlan.

Her er eru nøkur høðvuspunkt í okkara trivnaðarætlan

Í Hvalbiar skúla vilja vit:
• At tað er pláss fyri øllum, og at vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum
• At øll læra at lurta eftir hvørjum øðrum og virða hvør annan
• At øll kenna seg trygg og mennast bókliga, handaliga og sosialt
• At øll kenna seg sædd, hoyrd og viðurkend
• At øll fáa so gott sjálvsvirði sum gjørligt
• At øll tora at siga sítt
• At øll kunnu arbeiða saman
• At happing verður tikin í størsta álvara
• At allir næmingar skúlans kenna seg at hava samábyrgd av trivnaðinum

Virðisgrundarlag skúlans

Tá vit skulu gera eina trivnaðarætlan, mugu vit hyggja eftir, hvørji virði leggja
vit dent á í okkara skúla

Grundarlag skúlans byggir á :
Fakligan førleika: Skúlin skal virka fyri, at undirvísingin hjá hvørjum
einstøkum næmingi er mennandi, avbjóðandi, fjølbroytt og fyrireikar
næmingarnar til framtíðina. Øll børn hava rætt til og brúk fyri avbjóðingum og
fakligum krøvum á sínum støði hóskandi til evni og áhuga, og fakligur førleiki
skapar gleði og mennir sjálvsvirði.

Tryggleika:
At bæði næmingar og lærarar kenna seg trygg í
skúlaumhvørvinum. Tryggleiki er treytin fyri, at tú torir at ganga nýggjar leiðir
og torir at standa fram, og hetta er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og at
mennast sosialt

Samstarv:
At gott samskifti og samstarv er bæði innanhýsis og við heimini. Tað
er av týdningi at hava álit á førleikarnar hjá hvør øðrum, tí samstarv er ein
gjøgnumgangandi táttur í øllum lívsins virki, sum ein er partur av, báði í
fakligum, sosialum eins og altjóða høpi.

Virðing:
At tollyndi valdar, og øll kenna seg vird og góðtikin. Tað er ein
sannroynd, at øll eru ymisk og hava ymiskan tørv, og tí er tað neyðugt, at børn
læra seg at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum og at virða
umhvørvið og alt, sum í umhvørvinum er.

Ja-ligt umhvørvi:
At børn og vaksin eru ja-lig, so tað er gott og trygt at vera í
skúlanum. Hugburður og fimi koma ikki av sær sjálvum, og tí mugu
næmingarnir uppliva, at tey hava viðburð og kenslu av at eydnast, at tey hava
ávirkan og ábyrgd, og at tey fáa rós og duga sjálvi at rósa. Tí mugu tey læra seg
at handfara “rós og rís” og venja síni evni til innliving(empati).

Happing


Happing skal fyribyrgjast og steðgast, tí bæði happari og tann, sum verður happaður, kunnu verða merkt av hesum restina av lívinum. Happing hevur keðiliga ávirkan á trivnaðin í flokkinum og skúlanum sum heild.

Talan er um happing, tá ið onkur regluliga í ávíst tíðarbil verður illa viðfarin av onkrum øðrum ella hildin uttanfyri felagsskapin.

Tað er týdningarmikið at skyna á at happa og at arga.

At arga
At arga nýtist ikki at vera illa meint, men kann blíva til happing. Tað er ymiskt, hvussu tey, sum verða argað, uppliva argingina.

Hvussu arbeiða vit lærarar við at fyribyrgja happing?
• Vit vísa týðuliga, at happing verður ikki góðtikin
• Vit eggja næmingarnar til at læra seg at loysa ósemjur á virðiligan hátt
• Vit arbeiða við at menna sosialu førleikarnar hjá næmingunum
• Vit læra næmingarnar at seta orð á sínar kenslur í staðin fyri t.d. at sláa
• Vit hjálpa næmingunum at loysa sínar ósemjur, tá ið tørvur er á tí
• Vit læra næmingarnar at hjálpa teimum, sum ikki hava tað gott, í staðin
fyri einans at hyggja at
• Vit læra næmingarnar at kennast við sína ábyrgd í ósemjum
• Vit læra tey at leggja ósemjur aftur um seg
• Vit læra tey at boða frá, næmingar eiga at tala at, um aðrir næmingar ikki
verða væl viðfarin
• Vit gera floksreglur í flokkunum
• Vit virka fyri góðum samstarvi millum skúla og heim, og trivnaður er
fastur táttur til foreldraviðtalur
• Vit samstarva við heilsufrøðingin um trivnaðin hjá næmingum

Tekin um mistrivnað

Niðanfyri er ein listi við teknum, sum benda á, at alt ikki ruggar rætt. Tað er
ikki vist, at talan er um happing, men hetta eru tekin, sum vit øll mugu taka í
álvara bæði við hús og í skúla.


• Næmingurin vil ikki í skúla – sum heild ella ávís tíðarskeið

• Næmingurin torir ikki ganga í og úr skúla – júkar um at verða koyrdur ella velur sjálvur ein umveg

• Næmingurin kemur til hús við oyðiløgdum bókum, lutum ella klæðum

• Næmingurin hevur blá merki, skursl ella aðrar løstir

• Næmingurin hevur ikki vinir við til hús

• Næmingurin hevur ongan góðan vin

• Næmingurin svevur illa – hevur marruna og grætur

• Næmingurin missir áhugan fyri skúlanum og klárar seg verri enn áður

• Næmingurin tykist at vera í ringum lag, tunglyntur ell í skiftandi hýri

• Næmingurin sigur seg ofta vera sjúkan, t.d. ilt í búkinum

Hvat kunnu foreldur gera, tá mistrivnaður er?

Tá ið foreldur varnast, at barnið verður happað, er týdningarmikið at skilja kenslurnar hjá tí og fram um alt at stuðla barninum.

Um barn tykkara happar onnur, skulu tit fáa tað at kenna ábyrgd av tí, tað hevur gjørt, og stuðla barninum at broyta hugburð.

Far í holt við trupulleikan sum nakað, ið kann og skal loysast.

Setið tykkum í samband við :

  • flokslæraran/flokstoymi
  • leiðslu
  • heilsufrøðing.

Um alt ikki gongur, sum tað skal

Um næmingur vísir tekin um mistrivnað, skal skúlin taka stig til at bøta um
hetta. Flokslærarin hevur ábyrgdin av hesum.

Alt eftir hvat mistrivnaðurin snýr seg um, kann flokslærarin t.d.:

  • Tosa við næmingin
  • Tosa við heimið
  • Tosa við toymið
  • Tosa við flokkin
  • Tosa við AKT-læraran
  • Tosa við Førleikastovuna
  • Tosa við SSP læraran
  • Tosa við heilsufrøðingin
  • Tosa við leiðsluna

Við støði í tí ítøkiliga málinum verða neyðug trivnaðarátøk sett í verk.

Spæliliðið

Spæliliðið hevur eina serstøðu í Hvalbiar skúla. Hetta hevur virkað væl í fleiri ár og havt stóra undirtøku millum næmingarnar. Tað er AKT lærarin, sum saman við toymi skipar hetta arbeiðið.

Næmingar í miðdeildini eru á skeið og læra at skipa spøl í fríkorterum fyri yngru næmingum skúlans.

About Image

Hvalbiar skúli

Flokssíður

1. flokkur

Hetta er síðan hjá 1. flokki í Hvalbiar skúla, vit leggja her út kunning um tað sum er…

Kunning