Telefonpolitikkur í Hvalbiar skúla!

Frá mánadegi 06.11.2017 verður ikki loyvt hjá næmingum í 1.-6. flokki at hava fartelefon við í skúlan.

Næmingar í 7.-9. flokki kunnu hava telefonina við, men bert til at nýta sum arbeiðsamboð (t.d. orðabøkur og roknimaskinu), og skal hon annars liggja sløkt í taskuni.

Vit vóna, at næmingarnir virða hesi boð, so vit sleppa frá at taka telefonirnar frá teimum.

Vit hava sæð, at næmingar sita við opnari telefon í tímunum og senda boð til onnur, og tað er komið fyri, at tey hava tikið myndir av øðrum næmingum, og nøkur virða

heldur ikki boð frá lærarunum um at leggja tlf í taskuna í tímunum.

À nógvum øðrum skúlum er als ikki loyvt at hava tlf við, heldur ikki um hon er sløkt í taskuni.

Um næmingar hava brúk fyri telefon, ber til at koma inn á skrivstovuna at ringja, og eisini ber til hjá foreldrum at ringja til onkran lærara ella á skrivstovuna, um boð skulu gevast næmingunum

Heilsan

Hvalbiar skúli