2. flokkur

2. flokkur sett epli niður

Hesa tíðina á árinum, síggjast nógv fólk í sand deildunum í Hvalba, tað er nú eplini skulu fáast í jørðina.


Hvalbiar skúli hevur seinastu nógvu árini sett epli niður við næmingunum og í dag var tað 2. flokkur, sum saman við lærarunum og onkrum foreldrum vóru farin í eina deild at seta niður.

Eplini skulu síðani passast, tað skal hippast gjøgnum summari og tá so heysti kemur verður fari at taka upp aftur.

Børnini eru sera hugaði í hesum arbeiðinum.

Her eru nakrar myndir úr sondunum í dag.