Tíðindi

Hvalbiar skúli: Páskatúr við Norrønu

Henda vikan hevur verið nakað øðrvísi í Hvalbiar skúla, mánadagin mynstraði allur skúlin við Norrønu, tó sum evnisvika.

Í skúlanum hava næmingar saman við lærarum, skipað skúlan sum var hon Norrøna.

Næmingarnir hava fingið kunning um ymiskt viðurskifti og upplýsingar um veruligu Norrønu.

Skipað var ein móttøka, har tú kundi fáa útflýggja atgongd til kømur og keypa atgongumerkið til onnur tilboð. Eisini kundi tú fáa kunning.

Í einari stovu var frítíðarítriv, so sum Bobb spæl og ymisk brettspøl. Eisini var møguleiki at telva og høvdu tey fingið Eyðun Nolsøe á gátt at telva ímóti næmingum og lærarum.

Ein biografur var har tú kundi seta teg væl til rættis og hyggja eftir filmi og njóta poppkorn.

Í einari stovu var skipað ein góð vælverustova, har tú kundi fáa mýking, fótabað, viðgerð av neglum og eitt sansarúm.

Í fimleikarahøllini vóru skipa fyri fleiri tiltøkum, so sum kickboksing.

Í neðra var kafeteria og barr har til bar at fáa mat og saft. Í barrini var eisini skipa fyri harmonikuspæli, sum ein av næmingunum so lystiliga spældi.

Tórsdagin var so túrurin at enda komin og vóru ommur, abbar og onnur avvarðandi bjóðaði umborð.

Ein lítil konsert var har Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni spældu nøkur løg og at enda spældi ungi Róar eitt lag á harmoniku.

Ein ferð, fyri tvey, við veruligu Norrønu á sjómannatúrinum 2.-5. apríl var eisini burturluta og vóru hepni vinnararnir Tóroddur Niclasen og Amy Thomsen.

Fríggjadagin hevur so verið samanumtøka og sum vanligt er fríggjadag fyri páskafríðtíðina, so er spurnakapping í skúlanum.

Næmingar og lærarar siga at henda vikan hevur verið sera áhugaverd og lærurík.